Um ognina
Nú er stáðsiliga hotellið á Viðareiði til sølu. Bygningurin er í 2 hæddum – í alt 1.100 m2. Grundøkið er uml. 6.500 m2. Byggiár 1975 / 1990. Í niðaru hædd er inngongd, stórt móttøkuhøli, mannfólka- og konufólkawc, fundarhøli til 30 fólk, barr, skrivstova, matstova til 190+90 fólk, lítið veitsluhøli / uppihaldsstova til 25 fólk, 3 kømur við bað, køkur, grovkøkur, starvsfólkawc, goymslurúm og hjallur. Í ovaru hædd er stór trappuuppgongd, 12 dupultkømur við baðirúmi, minibar og sjónvarpi og lítil privatur køkur og vaskirúm. Hotellið stendur í avbera náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi og hevur sera gott útsýni. Fleiri upplýsingar fáast á www.hotelnord.fo og hjá INNI.
|