Søguliga bústaðarmynstrið hjá vanliga føroyinginum var, at man bygdi sær eini hús og bleiv búgvandi har alla sína tíð. Hetta bústaðarmynstrið er broytt. Alt fleiri halda húsini verða blivin ov stór, tá børnini eru flutt heimanífrá, og haraftrat dýr at hita upp og at halda við líka. Hesi ynskja sær eini minni hús ella íbúð.
Hin vegin hava vit yngri fólk, har familjan er økt, og tey hava tørv á størri húsum. Rættiliga mong eru í hesi støðu, men tey flestu vilja fegin hava selt, áðrenn tey keypa nýtt.
Inni hevur møguleika fyri at gera keyparar varugar við seljarar, ið eru áhugaðir í at býta um hús og/ella íbúð. Hetta hevur við sær, at tú fært keypt og selt í sama umfari.
Í verki gera vit so tað, at vit í lýsingar o.a. skriva, hvørji ynski seljarin hevur til sín næsta bústað. So kunnu keypari og seljari samráðast við okkum sum meklara, semings- og millumgongufólki. Vit kunnu meta um húsini og mæla til, hvat møguliga skal gjaldast ímillum.
Sostatt er tað Inni, ið skipar fyri býtishandlinum, og vit halda, at hetta kann vera við til at seta meira ferð á handilin við bústðum, sum er nakað trekur júst nú.
Her finnur tú P/F INNI
|
Ætlar tú at selja húsini?
|
Ætlar tú at keypa hús? |