Soleiðis keypir tú hús

Tá ið tú finnur dreymahúsið, skalt tú ofta handla skjótt!

 

Set teg í samband við okkum. Vit hava støðugt millum 80 og 120 ognir til sølu, ið tú kanst síggja á sølulistanum á heimasíðuni, í bløðunum ella á skrivstovum okkara. Støkk inn á gólvið ella ring beinleiðis til eitt av okkara sølufólkum og avtala framsýning av áhugaverdum húsum.

 

Leitar tú eftir bústaði, er skilagott at tosa við ein fíggingarstovn fyri at staðfesta fíggjarliga grundarlagið, og hvussu stóra íløgu tú klárar at lyfta. 
 
Tað liggur á tær sum keypara at tryggja tær, at ognin, ið tú keypir, er í tí standi, tú væntar. Eitt gott ráð er tí, at tú søkir tær stuðul, vegleiðing og ráðgeving hjá handverkara ella øðrum skikkaðum fólki, sum tú kanst ráðføra teg við, tá hugt verður eftir ognini.

Tá ið tú bjóðar

Ynskir tú at geva eitt boð uppá eina ogn, ið er lýst til sølu hjá P/F Inni, skal tað gerast skrivliga á eitt bindandi boðskjal fyri at vera galdandi. Við boðnum skal fylgja ein váttan frá peningastovni um fígging.

Mannagongdin, tá boð skal latast inn:

  1. Fyri at bjóða uppá eina ogn krevst, at tú hevur váttan um fígging frá fíggjarstovni. 
     
  2. Tú skalt útfylla og undirskriva eitt boðskjal, ið tú kanst taka niður av heimasíðuni ella fáa útflýggjað frá okkum á skrivstovuni ella umvegis fax.
     
  3. Boðskjal og váttan um fígging kunnu so annaðhvørt handast okkum á skrivstovuni hjá P/F Inni, faxast á 354201, ella sendast við posti, ið tó kann taka ov langa tíð. Ein møguleiki er eisini at fáa peningastovnin at senda boðskjalið til okkara saman við váttanini um fígging.
  4. Boðið skal standa við í minst 48 tímar arbeiðsdagar.

Gev gætur, at eitt útfylt og undirskrivað boðskjal er ein bindandi keypssáttmáli, og at einans boð, ið verða skrivað á eitt boðskjal og latin okkum saman við váttan um fígging frá fíggingarstovni, eru galdandi.

Hevur tú ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Her finnur tú P/F INNI

Tórshavn

Tel  +298 354200
Fax  +298 354201
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
inni@inni.fo

Runavík

Tel  +298 474250
Fax  +298 474251

Klaksvík

Tel  +298 554250
Fax  +298 354201



 

Ætlar tú at selja húsini?

 

Ætlar tú at keypa hús?